Eitt risastórt framstig, tá ið Smiril kom í 1895. Og vit taka saman um samferðsluviðurskiftini, áðrenn Mortensens menninir tóku stig til Smiril
Í hesari fyrstu sendingini um føroyska samferðslusøgu í 125 ár, taka vit saman um tíðina áðrenn fyrsti Smiril fór í sigling í januar 1896, og vit fáa eina frásøgn um ein serliga drúgvan jólatúr við Smirli úr Havn til Suðuroyar í 1914. Eisini verður nomið við ymiskar hendingar bæði uttanlands og í Føroyum í 19. øld.
Tú kanst hoyra sendingina her!