Læknabáturin Medicus, fleiri mjólkarbátar, við Kvikk til Havnar, og vanlukka í Vestmannasundi
Í fjórðu sendingini um føroyska samferðslusøgu í 125 ár, taka vit saman um árini frá 1920 til 1930, og nema eitt nú við siglingina hjá teimum trimum læknabátunum, ið allir itu Medicus, og sum røktu sjúkraflutning í Norðoyggjum og á eystursíðuni av Eysturoynni.
Vit fáa eisini søguna um stóra deksbátin Kvikk, ið var hin fyrsti, ið sigldu í beinleiðis rutusigling millum Klaksvík og Havnina.
Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinfabrik fekk trý skip afturat í 1920-árunum: Sigmund, Trónd og Dúgvuna. Og vit minnast sorgarleikin, sum í 1920 kravdi fýra mannalív í Vestmannasundi.
Tú kanst hoyra sendingina her!