- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá fyrsta Smirli til í dag
Strandfaraskip Landsins hava stórar avbjóðingar í 1990-árunum. Stovnurin skal spara munandi, men samstundis gerast krøvuni til stovnin størri, ímeðan strandferðsluflotin eldist í hvørjum.
Í 1992 leigar strandferðslan íslendsku bilferjuna Fagranes sum avloysaraskip, meðan fyrst Ternan og síðani Sam skulu á beding. Upprunaliga var ætlanin at lata Dúgvuna avloysa, men hesum mótmæltu bygda- og býráðsformenninir við Skálafjørðin, og tí varð Fagranes, sum var væl minni enn Dúgvan, leigað úr Íslandi.
Í 1996 verður Dúgvan kortini sett í siglingina um Leirvíksfjørð, Ternan verður flutt til Vestmannasund, og Ternan 1 fer at sigla millum Skálafjørðin og Havnina.
Tá ið Dúgvan í 1997 avloysir Smyril, fær hon tekniskt brek og rekur fyri vág og vind í fleiri tímar. Men alt spælir væl av - ikki minst dugnaligu manningini fyri at takka.
Vit tosa við Petur Nolsøe, sum var ferðslusamskipari á Strandfaraskipum Landsins í 1990-árunum, samstundis sum vit eisini hoyra brot úr søgusavni kringvarpsins.
Tú kanst hoyra sendingina her!