Fimmtiárini í Føroyum kunnu í stóran mun samanberast við nítiárini. Sjóvinnubankin fer av knóranum; arbeiðsloysið er stórt; fólk finna sær arbeiði uttanlands; og verkføllini eru fleiri og umfatandi.
Men hetta er eisini eitt tíggjuáraskeið, ið er merkt av stórum broytingum. Á samferðsluøkinum verður farið undir at útbyggja vegakervið munandi; strandfaraskipini fara at sigla sunnudagar; og farið verður undir at nútímansgera strandfaraskipini.
Hetta er samstundis eisini tíggjuáraskeiðið, har farið verður undir at endurnýggja føroyska fiskiflotan, eins og fyrsti føroyski nýbygningurin til millumlandasigling - Tjaldur hjá Skipafelagnum Føroyar, kemur í flotan.
Fólkatalið veksur eisini í fimmtiárunum. Í 1950 búgva 31.781 fólk í Føroyum, í 1955 er fólkatalið 32.456 og í 1960 búgva 34.596 fólk í Føroyum, og er hetta ein fólkavøkstur yvir tíggju ár uppá 2.815 fólk svarandi til 8,9 prosent.
Og tað verður í høvuðsheitum tíðarskeiðið frá 1950 til 1960, ið vit fara at viðgera hesu- og næstuferð.
Saman við Hans Andriasi Sølvárá, dekani og professara í søgu, lýsa vit nakrar av teimum hendingunum, sum mynda 1950-árini í Føroyum.
Í 1939 fær Løgtingið rættindini til alla strandfarasigling í Føroyum, og hetta hevur við sær at tað almenna yvirtekur fleiri og fleiri farleiðir, samstundis sum tað almenna eisini hevur heimild til at lata privatum rættindini til at røkja eina ella fleiri innanoyggja farleiðir. Og tjúgu ár seinri, í 1959, yvirtekur tað almenna rutusiglingina til eitt nú bygdirnar eystan Múla og til Svínoyar og Fugloyar, samstundis sum nýbygningurin Másin, ið tá var ljóst gráur á liti, verður settur í hesa sigling.
Jógvan Ravnsfjall, ið er søgukønur og fyrrverandi leiðari á Norðoya Fornminnissavni, sigur okkum søguna um farleiðina hjá Másanum, bæði fyri og eftir at Másin varð settur í sigling.
Alma Petersen er hálvur fugloyingur - mamma hennara var ættað úr Hattarvík, og pápi hennara sigldi eisini við postbátinum Victoriu, men tað var serliga eftir at hon giftist við Mikkjali Lenus Petersen, ið vaks upp úti í Fugloy, at hon var nógv harúti. Alma, sum eisini arbeiddi hjá Olafi Olsen - Olafi á Stongunum, sum umsat farleiðina, sigur okkum um eitt nú hvussu tað var at ferðast til Fugloyar og hvussu tað var at arbeiða hjá Olafi.
Hvalvíkingurin Knút Jacobsen var í mong ár maskinførari hjá Landsverki, og millum maskinurnar, ið hann koyrdi, var sonevnda Hvalvíkskúgvin. Og Knút var eisini teirra millum, sum gjørdu landsvegin millum Hattarvík og Kirkju.
Eisini hoyra vit brot úr søguligari frásøgn, sum Niels Juel Arge gjørdi, tá ið Másin fór fyrsta túrin við ferðafólki, í november 1959.
Tú kanst hoyra sendingina her!