Framskygni eyðkendi Mjólkaforsýningina, tá ið bilferjan Tróndur varð keypt
Í 1967 kemur Tróndur, ið er fyrsta bilferjan í Føroyum, til landið, og hetta eru fleiri ár fyri fyrstu ferjulegurnar verða gjørdar. Vit tosa við Jóhan Petersen, skipsverkfrøðing, sum frá 1965 til 1971 sigldi við bæði Trónda og Sigmundi.
Í 1960-árunum keypti Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinfabrik eisini ferðamannaskipið Ternuna frá Landinum. Og saman við Álvi Danielsen skifta vit orð um Ternuna, sum eitt skifti eisini sigldi sum vaktarskip. Og tað var hendan Ternan, ið rendi á Rituna í 1968.
Gamli Tróndur, sum í 1962 varð settur á land við Hósvík, varð á sumri 1971 sprongdur í luftina - og hetta var ein øgiligur brestur, tí skipið fór í spønir. Eirikur Ingvardsson, ið sjálvur var við til at sprongja skipið, sigur frá.
Tað er ein kunstur at hava eitt gott eyga fyri hvussu tú leggur ein veg, soleiðis at hann liggur so væl í lendinum, sum hann nú einaferð kann. Hetta sigur Finnleif Durhuus, sum í mong ár starvaðist sum deildarleiðari hjá Landsverki. Finnleif sigur okkum eisini søguna um landsvegin í Kollafirði og hví ein partur av vegnum var lagdur niðanfyri og ein partur omanfyri bygdina.
Í 1962 keypti Strandfaraskip Landsins útróðrarbátin August úr Leirvík. Og báturin, sum fekk navnið Sildberin, sigldi við ferðafólki og farmi til 1976, tá ið hann varð seldur. Sofus Jacobsen, sum var í starvi hjá strandferðsluni í 47 ár, sigur okkum eitt nú hvussu báturin royndist.
Tú kanst hoyra sendingina her!