Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 36. sending
17-02-2022
Byrgingin um Haraldssund, sum varð kosin eitt fløkt stríðsmál, Kunoyartunnilin, vegurin til Múla og nýggj Terna um Leirvíksfjørð

Í 1970-árunum økist talið av akførum alsamt, og hetta hevur við sær at bilferjan Ternan, sum kom til landið í 1970, eftir fáum árum er vorðin ov lítil. Og tá ið skjøtil er settur á 1980-árini, verður ein munandi størri Terna sett í sigling um Leirvíksfjørð.
Í 1986 verður koyrandi um Haraldssund og í 1987 verður Kunoyartunnilin skotin ígjøgnum,. Og hóast 35 ár eru liðin síðani sundið varð typt, er byrgingin um Haraldssund framvegis ikki gjørd liðug.
Tað er eisini í áttatiárunum, at næstseinasta bygdin í Føroyum - Múli, fær vegasamband.
Í sendingini í dag tosa vit við Jens Mohr og Rógva Holm, sum starvaðust á Tórshavnar Skipasmiðju í mong ár, við Poul Gunnhard Poulsen, sum er ættaður úr Kunoy, og Finnleif Durhuus, sum starvaðist sum leiðari á vegaumsitingardeildini hjá Landsverki. Harumframt hoyra vit søguligar upptøkur við Thomas Arabo, Jógvan við Keldu, Lassa Klein og Frits Olsen.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Onkursvegna eru Føroyar vorðnar meiri sum EIN býur, heldur enn eitt stórt oyggjasamfelag, sigur Firouz Gaini, professari, sum vit tosa við um týdningin av samferðslukervinum
23-06-2022
Fagranes nøktar ikki tørvin um Leirvíksfjørð, og Dúgvan rekur fyri vág og vind í Suðuroyarfirði, eru tvær av samferðsluyvirskriftunum í 1990-árunum
16-06-2022
Runavík fekk fyrstu rundkoyringina í Føroyum, Anskar Lenvig hevur avgreitt strandfaraskipini úti í Hesti síðani 1949, og ferjulegan í Vestmanna skuldi gerast aðrastaðni
09-06-2022
Tróndur fer at sigla av Gomlurætt, Landsverk yvirtekur raksturin av tyrlupallunum, og ein tyrla dettur niður norðuri á Skarði
02-06-2022
Vegurin millum Skopun og Sand, gamla Esso pumpan í Trøðum á Sandi, og Skopunar havn
26-05-2022
Í 1983 samtykkir Løgtingið at gera ferjulegu í Kirkjubø, men eftir drúgva togan, verður ferjulegan løgd við Gomlurætt
19-05-2022
Kollafjarðartunnilin, kvinnurnar manna Smyril, og tyrluvanlukkan á Borðoyarvík
12-05-2022
6. mai 1922 kom fyrsti bilurin til Føroyar, og hetta hátíðarhalda vit við at fáa søguna um fyrsta bilin, eins og nomið verður við hvussu bilurin hevur broytt samfelagið
05-05-2022
Sumbiartunnilin gjørdist drúgvur, dýrur og vátur. Men hvør er søgan um tunnilin og hvussu vórðu tær mongu avbjóðingarnar við vatni og tilfari loystar?
28-04-2022
Í 1990-árunum eru Føroyar í djúpari kreppu, og hetta merkist um alt landið. Vit tosa við Hans Andrias Sølvará og Finnleif Durhuus, eins og vit hava fregnast um Bókabussin
07-04-2022
Tunnlarnir fingu stóran týdning fyri Kalsoynnað
07-04-2022
Teistin verður keyptur, samgonguslitið í 1980, Dúgvan kemur til landið, nýtt skip til siglingina út í Mykines, og skúlabusskoyringin á Skálafjørðinum
31-03-2022