- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fram við landi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/podcastmyndir/public/litla_dimun_stora_dimun_oyggjar.jpg?itok=bKLEvM8J)
Runt Svínoynna (2:4)
29-08-2022
Jukim Olsen (1922-2011) og Niels Juel Arge sigldu runt Svínoynna í 1978 og burturúr tí komu fýra sendingar við frásøgnum um Svínoynna
Hann sigur frá søgum og staðarnøvnum á drangum, rókum, gilum, nesum, fjøllum og bakkum og hendingum, sum knýta seg til teirra.
Jukim hevði stóran áhuga fyri søgu og slekt og slepti ongantíð eyðkenda svínoyarmálinum, hóast hann sigldi úti í fleiri ár og seinni búsettist í Havn.
Jukim lærdi fyrst til skipsførara og sigldi úti í nøkur ár, men flutti so heim og sigldi við "Reyða krossi", áðrenn hann tók upp starv sum landmátari á Matrikulstovuni. Hann giftist Elsebeth Sloan í Havn.
Jukim var sonur Elsebeth Malenu og Jógvan á Geilini í Svínoy. Jukim, sum eisini hevði sína dagligu gongd í Ebenezer, var einnevndur í Føroyum, uppkallaður eftir abbanum Jústines og ommuni Katrina Malena.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large_2/public/litla_dimun_stora_dimun_oyggjar.jpg?itok=Nbk3Z3Tj)
Fram við landi
Fram við landi er samling av sendingum við Niels Juel Arge, sum ferðaðist kring landið og runt oyggjar við staðkendum fólki.
Jukim Olsen (1922-2011) og Niels Juel Arge sigldu runt Svínoynna í 1978 og burturúr tí komu fýra sendingar við frásøgnum um Svínoynna
29-08-2022
Jukim Olsen (1922-2011) og Niels Juel Arge sigldu runt Svínoynna í 1978 og burturúr tí komu fýra sendingar við frásøgnum um Svínoynna.
29-08-2022
Jukim Olsen (1922-2011) og Niels Juel Arge sigldu runt Svínoynna í 1978 og burturúr tí komu fýra sendingar við frásøgnum um Svínoynna
29-08-2022
Jukim Olsen (1929-2011) og Niels Juel Arge (1920-1995) sigldu runt Svínoynna í 1978 og burturúr tí komu fýra sendingar við frásøgnum um Svínoynna
29-08-2022
Niels Juel Arge siglir runt Viðoynna við Jógvani Heinesen. Sendingin er frá 1975. Hetta er triðja sending
04-03-2021
Niels Juel Arge siglir runt Viðoynna við Jógvani Heinesen. Sendingin er frá 1975. Hetta er onnur sending
04-03-2021
Niels Juel Arge siglir runt Viðoynna við Jógvani Heinesen. Sendingin er frá 1975. Hetta er fyrsta sending
04-03-2021
Niels Juel Arge og Dánjal í Klingruni á Sandi ferðast fram við landi undir Sandoynni.
21-08-2020
Niels Juel Arge og Dánjal í Klingruni á Sandi ferðast fram við landi undir Sandoynni.
20-08-2020
Niels Juel Arge og Dánjal í Klingruni á Sandi ferðast fram við landi undir Sandoynni.
19-08-2020