Framburðsroyndir í einahandilstíðini

Framburðsroyndir í einahandilstíðini (2:3)
15-08-2023
Annar partur av trimum í eini ljóðmyndarrøð um strembanir í einahandilstíðini at menna Føroyar sum samfelag.

Frederik Ferdinand Tillisch amtmaður og Struer próstur tóku í 1830'unum stig til felagið Landhuusholdningsselskabet for Færø Amt, sum skuldi skunda undir menning innan landbúnað, fiskivinnu ella aðra vinnu. Burtur úr felagsins virksemi kom skipið "Nolsøe". Tá Christian Pløyen gjørdist amtmaður í 1837, kom ein uppaftur frælslyntari maður í embætið. Við trimum føroyingum fór hann á íblástrarferð til Hetlands, har fiskivinnan stóð í besta blóma. 

Uni Arge skrivar og leggur til rættis eftir bókini "Fiskivinnan sum broytingaramboð hjá amtmanninum" eftir Erling Isholm, doktara  søgu. Høgni Fagraberg og Rúni Eysturlíð settu saman.

Framburðsroyndir í einahandilstíðini

Ljóðmyndarrøð um strembanir í einahandilstíðini at menna Føroyar sum samfelag. Uni Arge skrivar og leggur til rættis eftir bókini ”Fiskivinnan sum broytingaramboð hjá amtmanninum” eftir Erling Isholm, doktara í søgu.
Triði partur av trimum í eini ljóðmyndarrøð um strembanir í einahandilstíðini at menna Føroyar sum samfelag.
23-08-2023
Annar partur av trimum í eini ljóðmyndarrøð um strembanir í einahandilstíðini at menna Føroyar sum samfelag.
15-08-2023
Fyrsti partur av trimum í eini ljóðmyndarrøð um strembanir í einahandilstíðini at menna Føroyar sum samfelag.
08-08-2023