Torfinn Hansen sær Lake Superior og alheimin úr arnareygum
Heimsmyndin hjá ørnini hevur onki pláss fyri politikki. Men ørnin hevði sikkurt stríðst móti dálking, fløðandi vatni og veðurólagi. Og fyri vakurleikan í viðhvomu verðini.
Tað finnast góðar grundir til at liva og kanska gleða seg til næsta dag. Men tað tímiliga er virðisleyst. Ríkdømi drepur. Kroppur og andi eru einastu amboðini.
Summi rýma undan tí planlagda lívinum. Tilflytarin læt veruligan áarstreym taka seg ístaðin. Heilt út í Lake Superior. Nú vil hann friða heimsins størsta vatn.