Gimmi

Gimmi
06-01-2022

Fyri 6 árum síðani brunnu húsini hjá Gimma Hansen í Rituvík niður í grund. Við eitt fór lívsverkið, hann sjálvur hevði smíðað sær, upp í royk.

Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.

93 ára gamli maðurin av Slættanesi er nú fluttur inn í kjallaran hjá soninum í Signabø, har hann tekur bussin hvønn fyrrapart til Havnar. Í býarlívinum hevur Gimmi Hansen fingið nýtt lív og nýggjar vinir.

Vit fylgdu honum ein summardag í juni í fjør.

Finnur Koba hevur klipt og lagt til rættis. Jónfinn Stenberg hevur filmað og klipt.

Gimmi

93 ára gamli maðurin av Slættanesi er ein sonn býarmynd í Havnini. Her er ein dagur við Gimma.

Finnur Koba hevur klipt og lagt til rættis. Jónfinn Stenberg hevur filmað og klipt.

06-01-2022