Has#tag

Ungdómslívið
17-01-2019
Nýggj føroysk ungdómsrøð um ungdómslívið í Føroyum

Í fyrsta parti av ungdómsrøðini læra vit Hjalta, Katrin, Leo og Leyvoy at kenna gjøgnum gerandisdagin hjá teimum.

Hvussu er at hava trý ymisk arbeiði? Hvussu er at síggja øðrvísi út enn øll hini? Hvussu er at flyta heim aftur til Føroyar? Og hvussu er at kasta seg út í tað ókenda?

Has#tag

Føroysk ungdómsrøð um ungdómslívið í Føroyum. Í fýra pørtum á knappan hálvan tíma hvør hitta vit fýra ung í Føroyum.

Vit hitta 20 ára gamla kollfirðingin Hjalta, 21 ára gomlu Katrin úr Hoyvík, 22 ára gamla havnarmannin Leo og 18 ára gomlu Leyvoy úr Vestmanna.

Filmslistakvinnan Maria Winther Olsen hevur fylgt teimum ungu summarið 2018, og kanna, hvussu føroyska ungdómslívið er.

Í fjórða og seinasta parti av ungdómsrøðini siga Hjalti, Katrin, Leo og Leyvoy frá sínum tonkum um ta óvissu framtíðina.
07-02-2019
Í triðja partinum av ungdómsrøðini siga Hjalti, Katrin, Leo og Leyvoy frá sínum tonkum um tað at vera kvinna vs. maður.
31-01-2019
Hvussu kennist tað at fáa húgvuna á høvdið? Hvussu fyrireikar mann seg til festival? Og hvussu er singlelívið í Føroyum anno 2018?
24-01-2019
Nýggj føroysk ungdómsrøð um ungdómslívið í Føroyum
17-01-2019