Hatta niðurlagið kemur ikki

Hatta niðurlagið kemur ikki
29-12-2022
- heimildarfilmur frá Biit um noise-tónleik

Eitt myrkt kvøld mitt í mars høvdu fýra tónleikarar sett sær fyri at órógva okkara fatan av tónleiki og óljóði Onkur teirra var tónleikalærari, onkur annar kokkur. Summir áskoðarir komu inn í Perluna hetta kvøldið av berum forvitni, meðan onnur komu fyri at dyrka órógvið, ið verður lýst sum bæði óhugnaligt men eisini reinsandi. Í heimildarfilminum “Hatta niðurlagið kemur ikki” fylgja vit hesum tónleikarunum á sjálvum tiltakinum, har vit síggja teir framføra, og hoyra teir greiða frá, hví teir vilja niðurbróta tær siðvenjurnar, ið vit vanliga knýta at tónleiki. Fríði Djurhuus og Petur Sigurð í Króki hava gjørt Hatta niðurlagið kemur ikki.

Hatta niðurlagið kemur ikki

Í heimildarfilminum "Hatta niðurlagið kemur ikki" fylgja vit nøkrum tónleikarum, sum framførdu á tiltakinum "Óljóð", sum hava sett sær fyri at órógva okkara fatan av tónleiki og óljóði og niðurbróta tær siðvenjurnar, ið vit vanliga knýta at tónleiki. Lagt til rættis hava Fríði Djurhuus og Petur Sigurð í Króki. 

- heimildarfilmur frá Biit um noise-tónleik
29-12-2022