Her er dagur, og dimmið er av

Her er dagur og dimmið er av
14-09-2016

Føroyar vóru í 30-árunum ógvuliga tilafturskomnar, men krígsárini forvunnu Føroyar nógvan pening í vandasiglingini til Bretlands at selja fisk. Samstundis sum ráðini batnaðu, vaks fram eitt nýtt tilvit millum føroyingar. Ein kensla av, at vit kunna sjálvir. Hin nýggi Fólkaflokkurin, sum umboðaði radikalt sjálvstýri, gjørdist størsti flokkur undir krígnum. Sambandið við Danmark varð kvett øll krígsárini, og tí var støðan spent eftir krígslok. Føroyingar vildu ikki aftur í amtsstøðuna. Tingingar vóru við donsku ríkisstjórnina um eina framtíðarskipan fyri Føroyar. Knúturin var ringur at loysa, tí føroyingar vóru mest ósamdir innanhýsis. Endin av øllum var, at fólkaatkvøða skuldi vera um samband ella loysing.

Tepur meiriluti var fyri loysing á fólkaatkvøðuni 14. september 1946, men stutt eftir upploysti danski kongurin Løgtingið og skrivaði út nýval í Føroyum.

 

Her er dagur, og dimmið er av

70 ár eru liðin, síðani føroyingar vóru á fólkaatkvøðu um samband ella loysing. Í hesari sendingini fáa vit søguna um hesa tilgongd. 

Í sendingini eru Zakarias Wang, Hans Andrias Sølvará, Óli Breckmann, Pól á Kletti, Høgni Mohr o.a.

Suni Merkistein og Jens Jákup Hansen leggja til rættis.