- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hiit
Í dagsins sending tosa vit um nýggju plátuna hjá 200. Úr rokk- og punkbólkinum eru Niels Arge Galán og Mikael Blak.
Prátað verður eisini við Daniu O. Tausen og Fríða Djurhuus, sum eru í bókingartoyminum hjá G!. Tey tosa um festivalin, og tað, at í ár eru tað nøkur í bókingartoyminum, sum spæla á festivalinum.
"Mann kennur ikki helvtina av teimum, sum fara at spæla, og hina helvtina dugir mann ikki at úttala", sigur ein, sum fer á G!, tá ið vit spyrja tvey, hvat tey halda um skránna í ár.
Tey eru ikki samd. Ein heldur, at hon er fín og spennandi, meðan hin heldur, at har manglar okkurt gott og útlendskt.
Festivalgestirnir eru Búgvi Nielsen og Ingibjørg Beder.
Vertir eru Anna Joensen-Næs, David Thomassen og Bárður Petersen.