- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ívar: maðurin aftan fyri røddina
Í nærum 38 ár hevur hann sagt Føroya fólki tíðindi úr øllum heimsins herðashornum, og dag um dag hevur hann sagt okkum, hvat veðurmenninir hava spátt um veðrið á okkara leiðum.
Fram um allar er hann útvarpsrøddin. Útvarpsmaðurin Ívar Iversen fylti 67 ár í 1998, og tað bar í sær, at hann var loystur úr starni í Útvarpinum 1. mars hetta árið.
Sítt lívsstarv tók Ívar umborð á postbátinum av Oyri til Havnar. Hann arbeiddi hetta tíðarskeiðið á Loranstøðini á Eiði, men hevði gjørt av at fara til skips aftur, tá hoyggingin var av.
Hann hevði frammanundan eisini siglt sum telegrafistur. Umborð á postbátinum bað fyrrverandi útvarpsstjórin Aksel Tórgarð, sum var blivin prestur í Kvívík, Ívar fara suður í Útvarpið at hjálpa Niels Juel Arge tað summarið.
Ívar varð verandi á Bryggjubakka og helt fram í Sortudíki, tá Útvarpið flutti niðan 2. juli 1981.
Ívar: maðurin aftan fyri røddina
Føroysk sending frá 1998 um mannin aftan fyri kendastu útvarpsrøddina, Ívar Iversen.