- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja
Jambalaja - Zach Bryan, Keith Whitley og takk fyri hesaferð
28-05-2022
Sending við country og fólkatónleiki
Hetta er seinasta Jambalaja sending á hesum sinni. Í sendigini hoyra vit um unga sangaran og sangskrivaran Zach Bryan, sum hevur tikið øll á bóli hinumegin hav. Eisini hoyra vit um teir, ið eru kosnir nýggir limir í Country Music Hall of Fame. Ein teirra er dugnaligi sangarin, Keith Whitley, sum doyði í 1989, bert 34 ára gamal.
Ingi Samuelsen leggur til rættis.
Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.