- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja
Jambalaja 090324
09-03-2024
Sending við countrytónleiki
Tað er spæl føroyskt vika í kringvarpinum, og av tí at altjóða kvinnudagur júst hevur verið, verða einans kvinnuligir sangarar við í sendingini í dag. Eisini spæla vit ein spildurnýggjan sang, sum ikki hevur verið at hoyra í útvarpi fyrr.<br/>
Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.