- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja
Jambalaja - R.I.P's
10-09-2022
Sending við fólka og countrytónleiki
Í hesi fyrstu Jambalaja-sendingini í hesi vetrarhálvuni fara vit at minnast fimm góðar sangarar, sum eru farnir í annað ljós hesar summarmánaðirnar, sum Jambalaja hevur ligið stilt.
Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.