- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja
Jambalaja - Jólaligir sangir I
10-12-2022
Sending við countrytónleiki
Jambalaja er komið í jólahýr. Í dag verða nýggir amerikanskir jólasangir at hoyra - fleiri teirra nýskrivaðir. Ein er eisini, sum verturin metir eigur at gerast ein jólaklassikari. Vit hoyra millum onnur Jason Aldean, Chris Isaak og Thomas Rhett í eini innspæling við stórbandi.
Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.