- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja
Jambalaja - CCMA og honkytonk úr Svøríki
28-10-2023
Sending við countrytónleiki
Vit leggja oyru til nøkur av teimum, sum herfyri vórðu heiðrað av Canadian Country Music Association. Eisini hoyra vit um kend country-hjún og hoyra dømi upp á góðan gamaldags honkytonk tónleik úr Svøríki.
Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.