- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jólareikan
Í Sandavági eru ymisk tiltøk á skránni í jólamánaðinum, vit vitja nøkur av hesum tiltøkunum. M.a. syngja tey jólini inn í Sandavágs kirkju. Vit eru við, tá alment jólatræ fyri fyrstu ferð verður tendrað í lítlu bygdini Norðtoftum í Borðoynni. Og saman við trimum systkjum úr Múla vitja vit barnaheimið í heimbygdini, har eingin býr fast longur. Tey greiða frá, hvussu tað var í Múla um jólini í teirra uppvøkstri. Tórður Mikkelsen hevur lagt til rættis og Sólfríð Maria í Rók hevur filmað og klipt.
Jólareikan
Evnini í sendirøðoini snúgva seg um, at jólini eru í hondum. Gjøgnum tíðirnar hevur Kringvarp Føroya fylgt stákanini og fyrreikingunum til jólini, og øllum tí, ið knýtir seg at jólunum.