Lesikrókurin

Lesikrókurin: Hvør drap Bambi?
12-11-2021
Til umrøðu hesuferð er virðislønta skalsøgan Hvør drap Bambi? eftir Moniku Fagerholm

Vit eru í einum glæsiligum forstaði til Helsinki; Villabýnum, tey kalla, og her búgva fólk, ið eru væl fyri. Í einum ljóðisoleraðum kjallararúmi dukar ein djúpur bassur, tað er veitsla, og har hendir ein grov hópneyðtøka. Fýra ungir mans, úr góðum heimum, siga tey, gera seg ógvusliga inn á eina javnaldrandi kvinnu, sum er fyrrverandi unnustan hjá eina unga manninum.

Hettar er í høvuðsheitum hendingin í bókini; Hvør drap Bambi?, sum vit viðgerða í Lesikrókinum hesu ferð.

Hvør drap bambi?

Í Lesikrókinum hesa ferð tosa Ragnhild Ellingsgaard, lærari, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, rithøvundur, og Marita Dalsgaard, sjónleikari, um bókina ?Hvør drap bambi??, sum Monika Fagerholm skrivaði.

Vertur er Eyðun Klakstein.

Lesikrókurin

Lesikrókurin er poddvarprøð, har lesiáhugað hittast við eitt borð og tosa um ávísar bøkur, tey hava lisið.  Leikrókurin er eitt framleiðslusamstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.
Hesaferð verður bókin Bøn fyri Tjernobyl, eftir Svetlana Aleksijevitj, umrødd í Lesikrókinum.
05-04-2021
Til umrøðu hesuferð er skaldsøgan, Ein annar er gull, eftir Sólrún Michelsen
03-03-2021
Til umrøðu hesuferð er skaldsøgan Gentan í Verðini eftir Katrina Ottarsdóttir.
10-12-2020
Til umrøðu hesuferð er skaldsøgan Móðurmjók eftir lettiska rithøvundan Noru Ikstena.
20-10-2020
Poddvarp um Leksikon um ljós og myrkur eftir Simon Stranger.
02-10-2020
  •