Lesikrókurin

Lesikrókurin: Børn í heimsveldi
15-06-2022

Tá ið ST eftir seinna heimsbardaga sá dagsins ljós, kravdi altjóða samfelagið, at øll lond skuldu lata hjálondini frá sær og geva teimum sjálvstýri. Tað merkti, at Danmark skuldi hjálpa Grønlandi at fáa sjálvstýri. Men heldur enn at gera tað, fóru danskarar undir ætlan at innlima Grønland í danska ríkið. Hetta var gjørt við at fjala sannleikan fyri grønlendingum, við at lata ST villleiðandi upplýsingar um viðurskiftini og við at seta í verk nútímansgerð, sum skuldi gera grønlendingar meira danskar.

Í Lesikrókinum hesa ferð viðgera vit virðisløntu bókina Børn í heimsveldi, sum Anne Kirstine Hermann skrivaði. Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Sprotin gav út.

Gestir eru Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, og Bárður Larsen, løgfrøðingur. Vertur er Eyðun Klakstein.

Lesikrókurin

Lesikrókurin er poddvarprøð, har lesiáhugað hittast við eitt borð og tosa um ávísar bøkur, tey hava lisið.  Leikrókurin er eitt framleiðslusamstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.
Hesaferð verður bókin Bøn fyri Tjernobyl, eftir Svetlana Aleksijevitj, umrødd í Lesikrókinum.
05-04-2021
Til umrøðu hesuferð er skaldsøgan, Ein annar er gull, eftir Sólrún Michelsen
03-03-2021
Til umrøðu hesuferð er skaldsøgan Gentan í Verðini eftir Katrina Ottarsdóttir.
10-12-2020
Til umrøðu hesuferð er skaldsøgan Móðurmjók eftir lettiska rithøvundan Noru Ikstena.
20-10-2020
Poddvarp um Leksikon um ljós og myrkur eftir Simon Stranger.
02-10-2020
  •