Mjadnabørn

 
Er kopiera

Tak niður

Bíða við..
13-01-2022
Mjadnabørn
Um Sendingina

Jógvan Andrias var 3 ára gamal, tá hann varð sendur einsamallur niður til Danmarkar at fáa viðgerð fyri mjadnasjúku. Jónsvein var 5 ára gamal, tá hann fekk staðfest mjadnasjúku og varð sendur til Danmarkar. Viðgerðin var at liggja bundin í eini song við beininum í strekk í tvey ár. Árini í donsku sjúkrahússongini langt frá heimliga umhvørvinum settu djúp spor, sum merkte mjadnabørnini fyri lívið.

Dagmar Joensen-Næs og Jens Jákup Hansen gjørdu sendingina.

Samband

Sendinga webform