Musikkstevnur

Musikkstevnan 2024 í Fuglafirði (1:2)
13-08-2024
26. apríl var árliga Musikkstevnan fyri horn- og harmoniorkestur fyriskipað í Fuglafirði. Hetta var 58. Musikkstevnan í røðini

Fuglafjarðar Hornorkestur var vertur fyri árligu Musikkstevnuni, ið varð hildin Dýra Biðiðdag, fríggjadagin 26. apríl, klokkan 14. Á Musikkstevnuni hittast horn- og harmoniorkestur úr øllum Føroyum at spæla eina konsert hvør sær og saman. Konsertin varð hildin í nýggju hølinum í Fuglafjarðar Skúla. Tey luttakandi orkestrini vóru Fuglafjarðar Hornorkestur, Havnar Hornorkestur, Klaksvíkar Hornorkestur, GHM, Sørvágs Tónleikarfelag/Vestmanna Hornorkestur, Kvinnuorkestri, Nes Sóknar Musikkfelag, Tvøroyrar Hornorkestur, Ælabogin og Eiðis Ljómfelag. Umframt tey føroysku orkestrini, var eisini eitt orkestur úr Danmark við í ár, Skanderborg Brass Band. Fyrsta Musikkstevnan varð hildin í Vestmanna í 1966, og síðani tá hava orkestrini skiftst um at verið vertir, og verður hendan Musikkstevnan tann 58. í røðini.

Musikkstevnur

Hvørt ár hittast horn- og harmoniorkestur úr øllum Føroyum á Musikkstevnuni at spæla eina konsert hvør sær og saman. Síðani fyrsta Musikkstevnan varð fyriskipað í Vestmanna í 1966, hava orkestrini í landinum skiftst um at verið vertir fyri Musikkstevnuni. 