Nert ikki við

Vit nerta við hjúnarskilnað
23-11-2022
P1
Annar hvør danskari og triði hvør føroyingur fara hvør til sítt. Veruleikin er, at hjúnaskilnaður er ógvuliga vanligur, men hví er evnið so torført at tosa um?

Nýggja útvarpssendingin "Nert ikki við" snýr seg um at nema við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan fyri sálarheilsuøkið í Føroyum.

Í dag nerta vit við hjúnaskilnað, og alt tað, ið fylgir við hesi stóru broyting.

Vit tosa við Silju av Reyni Wennerström, hvørs foreldur fóru frá hvørjum øðrum, tá ið hon var smágenta. Vit hoyra, hvussu tað var at standa mitt í rokinum.

Síðani tosa vit við Hergeir Eldevig, sum fortelur, hvussu tað er at skiljast eftir nógv ár. Hvat gert tú tá við børnini?

Til tað fakliga sjónarmiðið hava vit prátað við Súsonnu Nordendal og Ejler Eysturtún, sum bæði koma frá Familjufyrisitingini.

Vertir eru Anna Joensen-Næs og Bjørt Lind.

Nert ikki við

Nert ikki við er útvarpssending, sum fer at nerta við evni, ið vit vanliga ikki tosa um innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur ein persónligan og ein fakligan vinkul. Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Annar hvør danskari og triði hvør føroyingur fara hvør til sítt. Veruleikin er, at hjúnaskilnaður er ógvuliga vanligur, men hví er evnið so torført at tosa um?
23-11-2022
  •