Nert ikki við

Vit nerta við happing
06-12-2022
P3
Eg fekk ikki frið. Tað gjørdist so ógvusligt í fimta flokki, at eg bleiv vaskað av næmingum í flokkinu. Eg gjørdist blá øll sum eg var. Tá søgdu míni nærmastu, at nú var nokk

Í dag nerta vit við happing. Happing er eitt fyribrigdi sum stingur seg upp bæði millum børn, ung og eldri, men vit hoyra tó mest um happing millum børn og hvussu tað kann ávirka tað einstaka barnið.

Í triðja parti av Nert ikki við snakka vit við Rebecku Monju Jørgensen sum var illa happað í fólkaskúlanum. Vit hoyra um hvussu hetta hevur ávirkað hana og at tað m.a. gjørdi at hon nústaðni fekk fólkaskúlaprógv sum 22 ára gomul.

Eisini snakka vit við Biritu F. Kjærbæk, næstforkvinna í Starvsfelagnum, um teirra royndir við happing á arbeiðsplássinum, og hvussu tey handfara hetta.

Til tað fakliga sjónarmiðið greiðir sálarfrøðingur Katrin av Kák frá um happing, og hvussu vit skilja happing í dag í mun til fyrr.

Nert ikki við

Nert ikki við er útvarpssending, sum fer at nerta við evni, ið vit vanliga ikki tosa um innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur ein persónligan og ein fakligan vinkul. Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Annar hvør danskari og triði hvør føroyingur fara hvør til sítt. Veruleikin er, at hjúnaskilnaður er ógvuliga vanligur, men hví er evnið so torført at tosa um?
23-11-2022
  •