- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nert ikki við
Í dag nerta vit við eldri og sálarheilsu, í hesum førinum eldri yvir pensiónsaldurin.
Sambært heimsheilsustovninum WHO líða 15% av eldri av eini sálarligari sjúku, m.a. demens. Somuleiðis vita vit, at sjálvmorðstíttleikin er dupult so høgur millum eldri yvir 65 ár enn hjá yngri fólkum, og enn hægri hjá monnum yvir 80 ár. Hví er tað so?
Vit tosa við Bergljót Hátún Madsen um, hvussu lív hennara broyttist, tá ið hon gjørdist eldri. Vit hoyra um, hvussu hon fann frið við at gerast eldri, og hvussu týdningarmikið tað er fyri hana at vera virkin og verða ein partur av einum felagsskapi.
Til fakliga sjónarmiðið greiðir Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, frá, hvussu lívið broytist við árunum, og hví tað er týdningarmikið at seta sjóneykuna á sálarheilsuna hjá eldri fólki.
Vertir eru Anna Joensen-Næs og Bjørt Lind.