- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nert ikki við
Ofta verður PTSD sett í samband við hermenn, ið venda aftur frá kríggi. Men eru tað bert teir, ið kunnu hava PTSD? Hvat er PTSD?
Vit tosa við Maibritt Marjunardóttir um, hvussu tað var, at vera um at missa sítt barn. Vit hoyra um, hvussu hetta setti síni spor hjá henni og familju hennara. Síðani hvussu eitt parlag mentist til tvey brotin menniskju, sum ístaðinfyri at hjálpa hvørjum øðrum í svárastu tíðini, gjørdust størstu fíggindarnir hjá hvørjum øðrum. Hvat gert tú sum foreldur, um tú ikki longur klárar at halda øllum inni?
Síðani hoyra vit Suna Poulsen, sálarfrøðing, greiða frá merkingini av PTSD á ein nýggjan hátt. Vit hoyra um, hvussu týdningarmikið tað er at viðurkenna tær kenslurnar, ið tann útsetti situr við. Samrøðan fór síðani eitt sindur víðari í eitt annað spor, har ið vit komu inn á viðgerð og psykiatri. Hvussu hjálpa vit teimum, ið stríðast, á besta hátt? Ger núverandi føroyska psykiatriin tað nóg gott?
Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.