Nert ikki við

Vit nerta við munin millum sálarsjúku og mistrivna
20-03-2023
P7
Seinastu árini hevur nógv ljós verið varpað á sálarheilsu og sálarsjúku. Men hvat er munurin millum sálarsjúku og at mistrívast? Og er ov nógv fokus á sálarheilsu í dag?

Í dag nerta vit við munin millum sálarsjúku og mistrivnað.

Her er hent at vísa á danska hugtakið "diagnosesamfund", ið lýsir, hvussu okkara hugsan um sálarsjúku hevur broytt seg seinastu árini. Veruleikin er, at tað eru nógv fleiri í dag, ið fáa staðfest sálarligar diagnosur enn fyrr. Fleiri og fleiri leita sær hjálp, við vón um at fáa svar á sínar líðingar. Her eru sálarligar diagnosur ein háttur at bæði skilja sínar trupulleikar og at koma til sættis við, hvat ið er galið, fyri síðani at kunna fáa tað betri. Við eini diagnosu er vón fyri framman.

Men er tað heila so einfalt, og eru sálarligar diagnosur altíð rættað loysnin? Ella er talan heldur um mistrivna í summum førum? Nýtist tað at fara so langt út?

Vit tosa við Hananju Háberg, ið kortsíðani hevur fingið staðfest ADHD, um hvussu diagnosan hjálpti henni at skilja seg sjálva. Vit hoyra um, hvussu hennara veruleiki broytti seg, aftaná hon fekk staðfest diagnosuna.

Síðani tosa vit við Jákup Joensen Eskildsen, ið fortelur um eitt tíðarskeið í sínum lívi, har ið hann ikki hevði tað so gott.

Serfrøðingurin hesaferð er Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur og Phd. Annika hevur m.a. gjørt eina kanning um ung og trivna, ið hon greiðir frá um. Síðani hugleiðir hon um tað ljósið, sum í dag verður varpað á sálarheilsu. Er ov nógv fokus á sálarheilsu?

Nert ikki við

Nert ikki við er útvarpssending, sum fer at nerta við evni, ið vit vanliga ikki tosa um innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur ein persónligan og ein fakligan vinkul. Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Annar hvør danskari og triði hvør føroyingur fara hvør til sítt. Veruleikin er, at hjúnaskilnaður er ógvuliga vanligur, men hví er evnið so torført at tosa um?
23-11-2022
  •