Nert ikki við

Vit nerta við borderline
17-04-2023
P9
Tað kemur fyri, at eg havi verið ógvuslig við onkran og havi sagt okkurt, ið hevur sært tey. Tað er ræðuliga keðiligt, tí eg minnist tað ikki ordiliga, sigur Dulcine Gala

Í dag nerta vit við sálarsjúkuna BPD ella borderline, ið er eitt skag av persónleikaórógvi.

Ofta verður borderline sett í samband við ógvusligar filmar, har ið høvuðspersónurin við sjúkuni verður sæddur sum "tann óndi". Men hvat er borderline veruliga?

Vit tosa við Dulcineu Gala um hennara persónligu søgu, og hvussu tað er at standa mitt í rokanum, nú hon júst hevur fingið staðfest borderline. Vit hoyra um, hvussu sjúkan hevur ávirkað hennara lív, um traumatiskar upplivingar og fánaði vinarbond. Síðani tosa vit um, hvussu tað var at vera øðrvísi, og at reagera upp á ógvusligar mátar, ið hon ikki sjálv skilti. Og um skuldarkensluna aftaná.

Eftir tað hoyra vit Oddbjørg Johansen, sjúkrasystir og útbúgvin í kognitivari atgerðarterapi, DAT og ACT, og somuleiðis leiðari á Bú- og viðgerðarstovninum Stoffalág 35. Hon greiðir frá merkingini av borderline, um Bú- og viðgerðarstovnin Stoffalág 35, og hvørjar hættir, tey nýta at hjálpa teimum, ið eru innløgd. Síðani um ógvusligar niðurtúrar, ið borderline kann føra við sær, og hvussu man í støðuni hjálpur einum, ið stríðist við hesum, best.

Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.

Nert ikki við

Nert ikki við er útvarpssending, sum fer at nerta við evni, ið vit vanliga ikki tosa um innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur ein persónligan og ein fakligan vinkul. Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Annar hvør danskari og triði hvør føroyingur fara hvør til sítt. Veruleikin er, at hjúnaskilnaður er ógvuliga vanligur, men hví er evnið so torført at tosa um?
23-11-2022
  •