Nert ikki við

Vit nerta við psykiatriina
01-05-2023
P10
Í hesum partinum av Nert ikki við, viðgera vit psykiatriina, vit tosa um útgreining, viðgerð og hvørji tilboð eru.

Tanja Haraldsdóttir Sleire greiðir frá, hvussu tað er at vera knýttur at vaksinpsykiatriini. Hvussu hon bleiv útgreinað í Danmark, hvørji viðgerð hon fær og hvat hon vildið ynskt, at hon fekk bjóðað.

Carol Symphor er sálarfrøðingur í Barna- og ungdómspsykiatriini. Hon fortelur, hvussu deildin er bygt upp, hvørjir fakbólkar arbeiða har og hvussu ein útgreining kann síggja út.

Anna Joensen-Næs og Bjørt Lind eru vertir.

Nert ikki við

Nert ikki við er útvarpssending, sum fer at nerta við evni, ið vit vanliga ikki tosa um innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur ein persónligan og ein fakligan vinkul. Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Annar hvør danskari og triði hvør føroyingur fara hvør til sítt. Veruleikin er, at hjúnaskilnaður er ógvuliga vanligur, men hví er evnið so torført at tosa um?
23-11-2022
  •