Nert ikki við

Vit nerta við at vera avvarðandi
06-06-2023
P12
- Tú kennir teg einsamallan. Tú heldur, at tað er persónurin, ið er sjúkur, ið skal hava hjálpina. At øll kring viðkomandi eru líkamikið. Men tað er jú alt húskið, ið er sjúkt

Í dag nerta vit við tað at vera avvarðandi at einum við sálarsjúku. Hvussu kennist tað at standa á síðulinjuni? Verða tey avvarðandi gloymd í viðgerðarætlanini hjá tí, ið er sjúkur?
 
Vit tosa við Anniku Akraberg Durhuus um, hvussu tað er at vera avvarðandi, tá ein í nærmastu familju stríðist sálarliga. Vit hoyra um knappligu broytingina, ið broytti lívið hjá henni og familju hennara. Um kensluna av, at allatíð føla, at hon skuldi ganga á tá og vera bangin fyri at siga nakað skeivt. Um prikandi skuldarkensluna av, at viðkomandi var sjúkur, hóast hon innast inni visti, at tað ikki var hennara skyld. Síðani um eina ringa uppliving hjá skúlasálarfrøðingi, har ið hon fekk at vita, at hon bert var eitt grenj og skuldi taka seg saman. Vit hoyra um, hvussu hetta setti síni spor.

Síðani tosa vit við Róu Midjord, bólkaleiðara í avvarðandi bólkunum “Time Out” hjá Sinnisbata, heilsurøktara í Sosialpsykiatriini og gestaltterapeut, greiða frá bólkunum í Sinnisbata og hvussu teir eru skipaðir. Síðani um tað at vera avvarðandi og hvussu tað hjálparloysi, ið fleiri avvarðandi kenna, kann ávirka ein. Vit hoyra síðani hvør hjálp er best til avvarðandi.

Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.

Nert ikki við

Nert ikki við er útvarpssending, sum fer at nerta við evni, ið vit vanliga ikki tosa um innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur ein persónligan og ein fakligan vinkul. Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Annar hvør danskari og triði hvør føroyingur fara hvør til sítt. Veruleikin er, at hjúnaskilnaður er ógvuliga vanligur, men hví er evnið so torført at tosa um?
23-11-2022
  •