Niels Midjord

Niels Midjord: Niels tulkar Cohen, Prøysen og Mikkjal á Ryggi
27-02-2024
Vit hoyra m.a. Niels syngja kenda barnasangin hjá Alf Prøysen Tú skalt eiga morgindagin.

Niels Midjord og Aleksandur Kristiansen týddu nakrar kendar sangir eftir Leonard Cohen, sum vit fara at hoyra. Tað andaliga fylgti nógv hjá Nielsi, m.a. tulkaði hann Mikkjal á Ryggi og Í sendingin hoyra vit brot úr morgunsendingum, har Rúni Jákupsson og Róland Waag Dam tosa við Niels. Eisini tosa Eyðfinn Jensen og Niels Uni Dam um Leonard Cohen-týðingarnar. Helgi Abrahamsen hevur eisini samrøðu á R7 við Niels um ein tátt frá Varmakelduteitinum. Tórður Johannesarson legði til rættis.

Niels Midjord

Í trimum sendingum fara vit at hoyra um sangaran og týðaran Niels Midjord. Hann var ógvuliga virkin og fjølbroyttur sangari og tulkari. Hann týddi og tulkaði m.a. sangir eftir Alf Prøysen, Leonard Cohen og Evert Taube. Hann sang kingo, sálmar og ikki minst vísur eftir Gunnleif Thomsen. Í sendingunum hoyra vit Niels Midjord syngja og greiða frá.
Vit hoyra m.a. Niels syngja kenda barnasangin hjá Alf Prøysen Tú skalt eiga morgindagin.
27-02-2024
Vit hoyra m.a. Niels Midjord syngja og greiða frá Gráa Fordinum, sum Gunnleif Thomsen yrkti
20-02-2024
Í fyrsta av trimum partum tulkar Niels Midjord Gunnleif Thomsen. Spældir verða tættir og vísur úr Bingofløguni, sum stavaðu frá Varmakelduteitinum.
13-02-2024