Óbodna gentan á hotellinum

Óbodna gentan á hotellinum
14-04-2022
Útvarpsdokumentarur um eina merkisverda hending, sum fór fram á Hotell Føroyum í 2009, tá ein útlendsk genta kemur undan kavi

Á vári í 2009 varnast gongsgenturnar á Hotell Føroyum, at alt ikki ruggar rætt á hotellinum.

Ein fyri og onnur eftir boðar frá, at tær hava sæð ein óbodnan gest reikað í gongini og í kømrunum.

Tað endar við, at starvsfólkini á hotellinum gera eina roynd at reka óbodna gestin undan kavi.

Finnur Koba hevur lagt sendingina til rættis.

Beinta Brynhildardóttir Egholm hevur teknað kápumyndina.

Óbodna gentan á hotellinum

Útvarpsdokumentarur um eina merkisverda hending, sum fór fram á Hotell Føroyum í 2009, tá ein útlendsk genta kemur undan kavi.
Útvarpsdokumentarur um eina merkisverda hending, sum fór fram á Hotell Føroyum í 2009, tá ein útlendsk genta kemur undan kavi
14-04-2022