- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið

Summi tónleikaár eru sterkari enn onnur, og tað eru fá - um nakað -, ið eru sterkari enn 1991. "Neverminde" hjá Nirvana, "Ten" hjá Pearl Jam, "Black Album" hjá Metallica, "Out Of Time" hjá R.E.M, "Dangerous" hjá Michael Jackson, "Use Your Illusion 1 & 2" hjá Guns'n Roses.... listin er alinlangur. Uni Leitisstein Hansen er vertur, meðan panelið manna Ólavur Eyðunsson Gaard, ið debuterar í sendingini, Hergeir Eldevig og Eiler Sørensen.

Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.











