Plátupanelið

Plátupanelið #006 (Rick Rubin)
04-02-2023
Heimskendi amerikanski tónleikaframleiðarin Rick Rubin er tema í sættu útgávuni av Plátupanelinum

Rick Rubin er ein tann mest slóðbrótandi tónleikaframleiðarin seinastu 40 árini og er evnið í hesari útgávuni av Plátupanelinum.

Rick Rubin stovnaði í 1984 legendariska plátufelagið Def Jam Records saman við Russel Simmons, og var við til at sjósetta yrkisleiðirnar hjá LL Cool J, Beastie Boys, Public Enemy og mongum øðrum.

Def Jam Records flutti hipp hopp út í meginstreymin - úr littu ghetto'unum í USA og inn í hvítu forstaðirnar -, og úrslitið síggja vit í dag, nú hipp hopp hevur ognartikið altjóða tónleikapallin.

Men Rick Rubin, sum í dag verður róptu guru, hevur framleitt alt millum himmal og jørð seinastu 40 árini. 

Í tveir tímar velur Plátupanelið sangir av plátum, sum Rick Rubin hevur framleitt, og talan er um tveir sera fjøltáttaðar tímar við tónleiki.

Gleðið tykkum til alt frá country og americana til rapp og hipp og popp og rokk og tungmálm. 

Í Plátupanelinum í dag eru:

  • Guðrið Hansdóttir, tónlistakvinna
  • Eiler Sørensen, tónleikanørd
  • Fróði Løkságarð, tónleikakønur og fyrrverandi tónleikasamskipari í Kringvarpi Føroya.

Plátupanelið

Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.  Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.  Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.  
Eivør Pálsdóttir, Lena Anderssen, Sunneva H. Eysturstein og Dania O. Tausen velja tónleik, ið kvinnur framføra
04-03-2023
Heimskendi amerikanski tónleikaframleiðarin Rick Rubin er tema í sættu útgávuni av Plátupanelinum
04-02-2023
Tónleikaárið 1993 er tema í fimtu útgávuni av Plátupanelinum, har Guðrið Hansdóttir, Eiler Sørensen og Knút Háberg Eysturstein manna panelið
07-01-2023
Róð verður aftur á bæði tónleikaárið 2022 her heima og úti í verð saman við Daniu O. Tausen, Ára Rouch og Knút Háberg Eysturstein
31-12-2022
Tónleikur og politikkur hava altíð gingið hond í hond, og nú tað stundar til løgtingsval, er evnið politiskar plátur
03-12-2022
Konseptplátur eru evnið í aðra útgávuni av Plátupanelinum, har Dania O. Tausen er nýggjur limur
06-11-2022
Fyrsta útgávan av Plátupanelinum var mannað við Knút Háberg Eysturstein, Fróða Løkságarð og Eileri Sørensen, og evnið var tónleikaárið 1982
01-10-2022
  •