Plátupanelið

Plátupanelið #011 (Debutplátur)
07-10-2023
Debutplátur, altso fyrstu heildar útgávurnar hjá tónlistafólkum og -bólkum, eru evnið í 11. útgávuni av Plátupanelinum

Hesaferð skulu nakrar av bestu debutplátunum gjøgnum tíðirnar veljast.

Debutplátur merkir fyrstu heildar útgávurnar hjá tónlistafólkum og tónleikabólkum.

Plátupanelið er hesaferð mannað við: 

  • Guðrið Hansdóttir, tónlistakvinna
  • Fróða Løkságarð, tónleikakønur og fyrrverandi tónleikasamskipari í Kringvarpi Føroya
  • Knút Háberg Eysturstein, tónlistamanni, tónleikafrøðing og PHD-lesandi á Fróðskaparsetrinum

PLAYLISTIN +BONUS
 

Plátupanelið

Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.  Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.  Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.  
Eivør Pálsdóttir, Lena Anderssen, Sunneva H. Eysturstein og Dania O. Tausen velja tónleik, ið kvinnur framføra
04-03-2023
Heimskendi amerikanski tónleikaframleiðarin Rick Rubin er tema í sættu útgávuni av Plátupanelinum
04-02-2023
Tónleikaárið 1993 er tema í fimtu útgávuni av Plátupanelinum, har Guðrið Hansdóttir, Eiler Sørensen og Knút Háberg Eysturstein manna panelið
07-01-2023
Róð verður aftur á bæði tónleikaárið 2022 her heima og úti í verð saman við Daniu O. Tausen, Ára Rouch og Knút Háberg Eysturstein
31-12-2022
Tónleikur og politikkur hava altíð gingið hond í hond, og nú tað stundar til løgtingsval, er evnið politiskar plátur
03-12-2022
Konseptplátur eru evnið í aðra útgávuni av Plátupanelinum, har Dania O. Tausen er nýggjur limur
06-11-2022
Fyrsta útgávan av Plátupanelinum var mannað við Knút Háberg Eysturstein, Fróða Løkságarð og Eileri Sørensen, og evnið var tónleikaárið 1982
01-10-2022
  •