- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið

The first cut is the deepest, sang Rod Steward einaferð. Hendan sendingin snýr seg um deep cuts á plátum. Deep Cuts eru góðar, men eitt sindur gloymdar skeringar á kendum og stórseljandi plátum. Hesar skeringar komu ikki út sum singlur og eru tískil ikki so ofta at oyra í útvarpslurtinum. Fróði Løkságarð er vertur, meðan panelið mannað Eiler Sørensen og Hergeir Eldevig.

Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.











