- Tíðindi, mentan og ítróttur
Repopplikkin
Danskir bangers
07-12-2021
P4
Bjørk og David eru farin niður (í gloymibókina) ein túr at finna “toppen af poppen” í nýdonskum tónleiki
Bjørk heldur, at hon hevur funnið official bangers, meðan David heldur, at hansara tónleikaval er tíðarleyst og eminent. Men takið tit ikki tey uppá orðið; lurtið eftir dagsins Repopplik parti við tónleiki eftir donskum sangarum og donskum bólkum.
Vertir eru Bjørk Sigurdsdóttitr Lamhauge og David Thomassen.
Repopplikkin
Bjørk og David eru systkinabørn. Tey elska tónleik, at lurta eftir tónleiki, at vísa hvørjum øðrum tónleik og at tosa um tónleik. Tí er repopplikkin ein systkinabarnasamrøðusending um tónleik
Tað er Spæl føroyskt-vika og tað hóskar so sera væl til tjóðskaparsinnaða vertin í Repopplikkini.
11-03-2022
FMA er í hondum og Bjørk hevur tosað við nøkur fólk, sum eru 100 prosent inni í tingunum
04-03-2022
Alt hendir í senn; allur heimurin heldur ondini og samstundis verða nýggj løg og nýggjar plátur útgivnar. Vit tosaa eisini um hjálparpakkan til listafólk og Amatøroyar
25-02-2022
Bjørk hevur fingið Trom-fepur og er, eins og allir aðrir føroyingar, superimponerað av røðini. Tí hevur hon prátað við tveir tónleikarar, sum er partur av ljóðmyndini í Trom
18-02-2022
Bjørk er boðin - ella hevur bjóðað sær sjálvari - heim til tveir av Føroya fremstu tónleikarum á sínum øki
11-02-2022
Bjørk tekur pulsin á føroyska tónleikapallinum og kann staðfesta, at hann er høgur. Sera høgur
04-02-2022
David er í sóttarhaldi, so Bjørk stýrir einsamøll teknikkinum í útvarpsstovuni. Heilt einsamøll er hon tó ikki, tí dugnaligu dreingirnir í Telemama eru við í sendingini
14-01-2022
Bjørk og David eru næstan komin yvir nýggjársfepurin og hava funnið teir bestu av teimum bestu filmsklassikarunum fram, og tey spæla yndissangin úr júst hesum filmum
10-01-2022
Repopplikkin heldur nýggjár og ger tað við maner. Tveir tímar av einum nýggjársbraki, sent nýggjársaftan við gestum, cocktails, heiðurslønum og góðum tónleiki
05-01-2022
2. jólakvøld er veitslukvøld, Bjørk og David skulu bæði í veitslu og tí hita tey okkum øll upp til ársins næstseinastu veitslu
29-12-2021
Systkinabørnini Bjørk og David hava funnið nýggjar og gamlar føroyskar jólaklassikarar. Tey eru bæði samd um, at tað verða eini nostalgisk og hugnalig jól í ár
23-12-2021
Í dag tríva David og Bjørk í eitt álvarsamari evni, enn tey vanliga gera, nevnliga kynsumboðanina í tónleikinum, tey spæla og í tónleiki, sum verður spældur sum heild
14-12-2021