Rómi og ross løgdu støðið

Rómi og ross løgdu støðið (2:2)
19-04-2019
Um búreisingina hjá Ingegerd og Viggo Lützen á Ytru Fløtum í Norðradali. Annar partur.

Tað eina kúfóðrið, sum Viggo Lützen legði inn síðst 1920-unum, vaks nærum á hvørjum ári og kom heilt upp í eini 19 kúfóður. Eftir Ingegerd og Viggo tóku Kára og sonurin Lútje við. Um hetta mundið kom vegasamband, sum lætti um arbeiðið.

Eftir tey tóku dótturin Gertrud og maðurin Palli Andreassen við og øktu munandi um garðin. Nú rekur sonur Gertrud og Palla, Ólavur, garðin. Hann hevur keypt Kongshagan, úr festinum Úti í Haga, og hevur nú eisini seyð, 300 í tali, og 40 mjólkneyt.

Í sendingini hoyra vit eisini um vandafullar hendingar, og um ross og ríðing, sum hevur verið ein stórur partur av lívinum hjá Lützens-ættini.

Rómi og ross løgdu støðið

Seinast í 1920-unum legði Viggo Lützen inn eina leigutrøð í Norðradali úr festinum Úti í Haga. Síðani bygdi hann hús og fjós, og hann og norska konan Ingegerd fóru undir landbúnað við neytum. Um skúla, el og amerikanararnar á Núgvuni. Eisini hoyra vit tríggjar abbasynir, eina verdóttir og ein verson siga frá. Í sendingini hoyra vit eisini um vandafullar hendingar, og um ross og ríðing, sum hevur verið ein stórur partur av lívinum hjá Lützen-ættini. Jóhann Mortensen legði til rættis.
Um búreisingina hjá Ingegerd og Viggo Lützen á Ytru Fløtum í Norðradali. Annar partur.
19-04-2019
Um búreisingina hjá Ingegerd og Viggo Lützen á Ytru Fløtum í Norðradali. Fyrri partur.
18-04-2019