- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sært tú meg?
Sært tú meg 3:3
26-05-2022
"Sært tú meg?? er nýggja ungdómsheimildarrøðin hjá Kringvarpi Føroya. Í eini roynd at seta orð á kenslurnar, seta vit fýra fremmand ung saman. Í royndini eru fýra stólar. Ein er reyður, og tað er har frásøgufólkið ella tann, ið sigur sínar hugsanir, situr. Spyrjararnir sita í hinum trimum stólunum. Í triðja og seinasta parti hitta vit tey fýra Anna Margit, Gunnvá, Marius, & Petur Sigurð, sum annaðhvørt hava sálarliga sjúku ella eru avvarðandi. Kunnu tey leggja meiningarnar hjá øðrum á hillina og tosa beint frá hjartanum? Lagt til rættis hava Anna Joensen-Næs & Maria Winther Olsen.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/s1_familjuliv.00_00_27_17.still001.png?itok=xH4XKyLT)
Sært tú meg?
Ber tað til at leggja meiningarnar hjá øðrum á hillina og tosa beint frá hjartanum?