Samværi

Samværi 007 - at gera alt sjálv/ur
24-10-2023
Rithøvundurin og myndlistakvinnan Rakel Helmsdal og tónlistamaðurin Jónas "nönne" Langgaard hittast í Samværi um tað at gera tað mesta sjálv/ur

Rakel Helmsdal eru fjøllistakvinna, sum arbeiðir við bókmentum og visuellari list, og samstarvar við tón-, pall- og filmslist.

Jónas Langgaard, ið er kendur undir listanavninum nönne, ger tónleik, skrivar tekstir, framleiðir, ljóðblandar, frumbandar og framførir eisini púra einsamallur.

Dania O. Tausen og Beinir Bergsson tosa við listafólkini um tað at gera so nógv sjálv/ur, og hvat tað ger við teirra list.

Samværi

Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Sendingin hevur ikki nakað aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum, sum td. skapanartilgongd o.l. Instagram: @samvaeri
Tónleikararnir Theodor og Mattias Kapnas hittast í Samværa at tosa um tað at vaksa.
04-06-2024
Tónlistamaðurin Jens L. Thomsen og arkitekturin Ósbjørn Jacobsen hittast í Samværa at tosa um tað at lurta.
28-05-2024
Tónlistakvinnurnar Unn Paturson og Katrina Olsen hittast í Samværa at tosa um tað at útseta.
21-05-2024
Listamaðurin og tónleikarin Heiðrikur á Heygum og leiklistamaðurin Bárður Persson hittast í Samværa at tosa um tað at sameina.
14-05-2024
Leiklistakvinnurnar Gunnvá Zachariasen og Ria Tórgarð hittast í Samværa at tosa um tað at bera fram.
07-05-2024
Yrkjarin Nansý Súnadóttir og tónleikarin Hervør á Torkilsheyggi hittast í Samværa at tosa um tað at geva út.
30-04-2024
Klassiski saksofonisturin Kristina Thede Johansen og rithøvundurin Helle Thede Johansen hittast í Samværa at tosa um tað at ferðast.
23-04-2024
Tónleikarin Anna Sofía Skoradal og dansarin Rannvá G. Niclasen hittast í Samværa at tosa um tað at framføra.
09-04-2024
Tónleikarin Eivør Pálsdóttir og rithøvundurin Marjun Syderbø Kjelnæs hittast í Samværa at tosa um tað at opnast.
09-04-2024
Tónleikararnir Torleik Mortensen og Annika Hoydal hittast í Samværa at tosa um tað at samla endar.
02-04-2024
Tónleikararnir Guðrið Hansdóttir og Karl Andrias Stórá hittast í Samværa at tosa um tað at framleiða tónleik.
26-03-2024
Ummælarin Marna Jacobsen og Paula Gaard phd. í ummælum hittast í Samværa at tosa um tað at ummæla.
19-03-2024