Samværi

Sending 023 - at samstarva
20-02-2024
Tónleikararnir Kári Sverrisson og Sigmund Zachariassen hittast í Samværi at tosa um tað at samstarva

Teir hava báðir hvør í sínum lag valt løg, har teir hava samstarvað við onnur, og har teir tilvitað hava valt ikki at samstarva í sama mun.

Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen spyrja eisini nærri um teirra tilgongdir og hvørjar avbjóðingar tað at samstarva kann hava við sær, í mun til um mann ger alt sjálvur.

Samværi

Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Sendingin hevur ikki nakað aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum, sum td. skapanartilgongd o.l. Instagram: @samvaeri
Tónleikararnir Torleik Mortensen og Annika Hoydal hittast í Samværa at tosa um tað at samla endar.
02-04-2024
Tónleikararnir Guðrið Hansdóttir og Karl Andrias Stórá hittast í Samværa at tosa um tað at framleiða tónleik.
26-03-2024
Ummælarin Marna Jacobsen og Paula Gaard phd. í ummælum hittast í Samværa at tosa um tað at ummæla.
19-03-2024
Mentanarleiðarin í Runavíkar kommunu Urd Johannesen og tónlistamaðurin Eyðfinn B. Lamhauge hittast í Samværa at tosa um tað at bygdast.
12-03-2024
Tónlistakvinnan Anna Katrin Egilstrøð og sjónleikarin Durita Dahl Andreassen hittast í Samværa at tosa um tað at flyta mørk.
05-03-2024
Listakvinnurnar Billa Jenný Jónleifsdóttir og Tordis Vang hittast í Samværa at tosa um tað at avmynda.
27-02-2024
Tónleikararnir Kári Sverrisson og Sigmund Zachariassen hittast í Samværi at tosa um tað at samstarva
20-02-2024
Yrkjarin Rannvá H. Glerfoss og tónleikarin Sjúrður Djurhuus Tróndheim hittast í Samværa at tosa at royna nýggjar leiðir innan list.
13-02-2024
Beinta B. Egholm, myndlistakvinna, og Marius Dam Chrisophersen, tónleikari, hittast í Samværa at tosa um tað at tora at rópa seg listafólk.
06-02-2024
Tónleikararnir Elin Maria Hansen og Vár Miðberg hittast í Samværa at tosa um tað at skapa eitt trygd rúm at spæla tónleik í.
18-01-2024
Keramikarin Guðrið Poulsen og rithøvundurin Kim Simonsen hittast í Samværa og tosa um tað at ganga
11-01-2024
Myndlistafólkini Hansina Iversen og Jens Dam Ziska hittast í Samværa og tosa um tað at lita
25-01-2024