Sendingar (teknmálstulkað)

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Komið øll við (1:2) - teknmálstulkað
27-05-2024
Í nýggjari dokumentarstuttrøð fortelja vit søguna um føroyska orkestrið Straight Ahead og gávaða oddamannin Jørgin Dahl. Tað eru nú liðin júst hálvthundrað ár, síðan Straight Ahead purraðu føroyingar út til eina nýggja tíð í føroyskum popp- og rokktónleiki. Í november 1974 tóku teir føroyingar á bóli við minniligu frumútgávuni - hini gulu stakplátuni við sangunum "Komið øll við" og "Upp á gólv ("Oman í dansin"). Her hoyrdist helst á fyrsta sinni modernaður føroyskur rokkur - á føroyskum. Sangirnir osa av øllum tí, sum andar á okkum av altjóða musikkpallinum um somu tíð. Hetta eru kátir og lívsjáttandi sangir, sum raka plett hjá føroyskum ungdómi. Tað eru blaðungir klaksvíkingar, um 19 ára aldur, sum manna Straight Ahead. San...

Sendingar (teknmálstulkað)

Teknmálstulkaðar sendingar og sendirøðir av ymsum slagi eru at finna her.