Skattamálið

Skattamálið II
20-03-2017

TAKS kom í februar í ár til niðurstøðuna, at Eik Banki ikki hevði rætt til tær 92 milliónir krónurnar, sum bankin upprunaliga fekk játtað sum frádrátt á sumri 2015. TAKS metti tó ikki, at málið skuldi fáa avleiðingar fyri Eik Banka.

Men Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur síðan sett ein bráðfeingisstjóra á TAKS, sum skal kanna, hvussu TAKS kann koma til tvær so ymiskar niðurstøður og um grundarlag er fyri, at málið verður sent fútanum.

Í sendingini verður kannað, hví TAKS kom til tvær so ymiskar niðurstøður, og hvussu Eik og TAKS í felag royna at leggja lok á málið. Samstundis er varskógvarin, Jørn Astrup Hansen, stevndur fyri bakbit av Eik Banka við kravi um fongsulsrevsing í tvey ár.

Skattamálið

Hvussu eydnaðist tað Eik at fáa TAKS at játta sær ein skattafrádrátt fyri góðar 90 milliónir krónur?

20-03-2017
24-05-2016