Sornfelli í søguna

Sornfelli í søguna
30-03-2022
- føroysk sending frá 2006

Á nýggjárinum 2006 varð radarstøðin á Sornfelli sløkt, og við henni endaði eitt søguligt tíðarskeið. Føroyingar vóru alt annað enn fegnir um at gerast partur av kalda krígnum millum stórveldini, men høvdu onga ávirkan, tí heimastýrislógin segði, at uttanríkis- og verjumál vóru donsk. Serliga vóru tað sjálvstýrisflokkarnir, ið mótmæltu, og seinni er komið fram, at danir fingu avsláttur í verjuútreiðslum á danskari jørð afturfyri NATO støðirnar í Føroyum. Støðirnar í Mjørkadali og á Sornfelli vóru bygdar, og danir skiltu, at í Føroyum ráddi um at vera so lítið sjónligir sum gjørligt. Tí var ikki loyvt at ganga í hermannabúna uttan fyri støðina. Her vóru heilt aðrar reglur galdandi enn í Danmark, men tað vistu nakrir ungir sersjantar ikki, fyrrenn teir stóðu á skrivstovuni hjá ovastanum í Mjørkadali og fingu eina skolu fyri at hava ferðast til Føroya við Tjaldrinum í eyðkennisbúna.

Sendingina gjørdu: Bogi Godtfred og Rúni Friis Kjær.

 

Sornfelli í søguna

Sending frá 2006.

 

 

- føroysk sending frá 2006
30-03-2022