Suð í Keypmannahavn

Suð í Keypmannahavn
20-05-2024

Kvinnukórið Suð var á konsertferð í Keypmannahavn í august/september 2023. Kórið hevði konsert í Norðuratlantsbryggjuni, í Grundtvigskirkjuni og í Hans Egede kirkju, sum fleiri halda vera ein tann besta kirkjan í Keypmannahavn at syngja í. Eftir hvørja konsert siga tríggir áhoyrarar frá síni uppliving. 

Í sendingini hoyra vit Unnur S. Fonn, Súsannu Danielsen, Marthu H. Mýri, Tóru og Gunvá við Keldu og Steinvør Fonn siga hvussu tað er at syngja í Suð, og hvat sangur ger við okkum. Páll Sólstein vísti kórinum Suð runt á Kongliga Kapellinum, og tær sungu fyri nøkrum tónleikarum úti á terassuni har. Tær sungu eisini á Strøgnum og í metroini.

Suð í Keypmannahavn

Kvinnukórið Suð var á konsertferð í Keypmannahavn í august/september í 2023. Kórið hevði konsert í Norðuratlantsbryggjuni, í Grundtvigskirkjuni og í Hans Egede kirkju, sum fleiri halda vera ein tann besta kirkjan í Keypmannahavn at syngja í. Eftir hvørja konsert siga tríggir áhoyrarar frá síni uppliving.