Tá føroyingar fóru at ríða kapp

Tá føroyingar fóru at ríða kapp
29-07-2023

Í 2023 gjørdist Føroya Ríðingarfelag 80 ár. Felagið varð stovnað í Tórshøll í Niels Finsensgøtu í Havn 25. februar í 1943.

Endamálið við felagnum var at stimbra áhugan fyri ríðiítróttini, fáa til vega ríðibreyt, viðlíkahalda ríðigøtur og fyrireika kappríðingar.

Skipað varð kortini fyri kappríðingum, áðrenn Føroya Ríðingarfelag varð stovnað. Tann fyrsta var á ólavsøku í 1921, og riðið varð kapp hvørt ár til 1929.

Steðgur var síðan í til 1936, tá kappríðingarnar vórðu tiknar uppaftur, og undir krígnum fóru ríðarar at ganga skrúðgongu ólavsøkuaftan í sambandi við setanina.

Í hesi ljóðmyndini elta vit slóðina hjá fyrstu kappríðarunum í Føroyum og hoyra um, hvussu føroyingar hildu ólavsøku tey árini, fyrstu kappríðingarnar vóru.

Uni Arge skrivar og leggur til rættis. Finnur Hansen hevur sett saman.

Tá føroyingar fóru at ríða kapp

Ljóðmynd um søguna um ríðiítróttina í Føroyum.