- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tá gløðurnar sortnaðu
Tollaksmessudagur fyri 100 árum síðani var ein lagnudagur fyri allar Norðoyggjar, tí í ódnarveðrinum hendan dagin, ið brast á sum eitt skot, gingu tríggir bátar úr Norðoyggjum burtur. Hinir vóru úr Kunoy og úr Norðdepli.
Hetta var aðru ferð í eitt mannaminni, at allir arbeiðsførir menn á Skarði sjólótust. Fyrru ferð hóraði bygdin undan, men seinnu ferð vóru umstøðurnar nógv broyttar, og tí gjørdist vanlukkan deyðadómurin fyri bygdina.
Í 1919 fluttu tey seinastu av bygdini og síðani hevur verið øskukalt á Skarði. Í august vóru fleiri hundrað fólk norðuri á Skarði, tá minnisvarði yvir teir sjólætnu varð avdúkaður.
Tá gløðurnar sortnaðu
Tollaksmessudagur í 1913 var ein lagnudagur fyri allar Norðoyggjar, tí í ódnarveðrinum hendan dagin, ið brast á sum eitt skot, gingu tríggir bátar úr Norðoyggjum burtur. Umframt Skarðsbáturin, so var ein bátur úr Kunoy og ein úr Norðdepli. Hetta var aðru ferð í eitt mannaminni, at allir arbeiðsførir menn á Skarði sjólótust. Fyrru ferð hóraði bygdin undan, men hesa seinnu ferð vóru umstøðurnar nógv broyttar, og tí gjørdist vanlukkan deyðadómurin fyri bygdina. Í 1919 fluttu tey seinastu av bygdini og síðani hevur verið øskukalt á Skarði. Í august vóru fleiri hundrað fólk norðuri á Skarði, tá minnisvarði yvir teir sjólætnu varð avdúkaður í sambandi við, at tað vóru 100 ár síðani lagnudagin.